03.07.2026

Ert tú millum 14 og 16 ár, og hevur tú hug at arbeiða eitt sindur í summar?

Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu
Í ár verður aftur møguleiki hjá ungum at søkja starv í Ung í Arbeiði. Skipanin er fyri ung, sum ynskja eitt summarstarv, og sum eru í aldrinum 14-16 ár.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir, havna- og kaj økið v.m. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá 6. til 17. juli

Hevur hetta tín áhuga?
Um hetta hevur tín áhugað, so er at skunda sær at senda eina umsókn. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 5. juli.

 

Melda til her: Ung í arbeiði 2026